Finnland hevur verið føroyingum boysið

Í trimum royndum er tað higartil ikki eydnast føroyskum liði at vinna seg víðari í europeiskari kapping, tá ið HJK Helsinki hevur verið mótstøðuliðið

Jóannes Hansen
22. august 2024 kl. 17:45

Klokkan 19.45 í kvøld verður fyrsta bríksl á Tórsvølli. KÍ eigur heimavøll ímóti finska høvuðsstaðarliðnum HJK Helsinki. Talan er um fyrra av tveimum dystum. Tann seinni verður í Helsingfors um eina viku, og samantaldi vinnarin fer at halda fram í Conference Legue, meðan taparin ikki fer at halda fram í Europa.

Bæði ítróttarliga og fíggjarliga stendur tað nógv upp á spæl.

Í fjør var KÍ við í bólkaspæli fram ímóti jólum. Tað var sera stór ítróttarlig avbjóðing, sum spælararnir trivust væl í, og frá ítróttarligum sjónarmiði eru royndu KÍ spælararnir nógv uppsettir at fáa loyvi at endurtaka tað, sum teir í fjør vóru við í.

Tríggjar ferðir áður hava føroysk feløg roynt seg ímóti HJK Helsinki, og allar tríggjar ferðirnar er tað endað við, at finska liðið hevur vunnið seg víðari:

Í 1994 var tað B71, sum í kappingini fyri steypavinnarar tapti 5-0 á heimavølli og 2-0 á útivølli.

Í 2018 var tað Víkingur, sum í meistarakappingini tapti 2-1 á heimavølli og 3-1 á útivølli.

Í 2019 var tað HB, sum í meistarakappingini megnaði 2-2 á heimavølli og tapti 3-0 á útivølli.

Tølini siga, at fleiri KÍ spælarar hava nógvar royndir í europeiskum liðfótbólti. Hjá KÍ kemur tað illa við, at onkrir av teimum, sum hava spælt mest í Europa, og sum seinastu árini hava verið lyklaspælarar, eru darvaðir av skaðum. Her verður hugsað um Odmar Færø, Heina Vatnsdal, Deni Pavlovic og Claeas Philip Kronberg.

Fíggjarliga eru tað nógvar millónir, sum standa upp á spæl, nú KÍ og HJK Helsinki kappast um at sleppa upp í part í Conference League. KÍ hevur longu vunnið fleiri milliónir, og við samantaldum sigri ímóti HJK Helsinki verður milliónatalið tvísifrað og væl tað.

 

KÍ spælararnir við flest royndum í europeisku liðkappingunum:

Odmar Færø                    43 dystir              1 mál

Árni Frederiksberg          42 dystir              11 mál

Deni Pavlovic                   40 dystir              6 mál

Jóannes K. Danielsen    39 dystir              1 mál

Páll A. Klettskarð            36 dystir              10 mál

René Shaki Joensen      34 dystir              1 mál

Heini Vatnsdal 30 dystir 1 mál

Patrick Da Silva               26 dystir              2 mál

Mads Bo Mikkelsen        23 dystir              3 mál

Claes Philip Kronberg   22 dystir              0 mál