Finnland hevur søkt um limaskap í NATO

"Hetta byrjanin upp á eitt nýtt tíðarskeið", sigur finski forsetin, Sauli Niinistö, nú Finnland alment brýtur sína óheftu støðutakan

1962: Flogfør í NATO-formatión uppi yvir Acropolis.
Trygvi Danielsen
15. mai 2022 kl. 18:15

Í gjár ringdi finski forsetin til Vladimir Putin og segði honum, at Finnland nú fer upp í NATO. Russiski forsetin svaraði, at tað fór at skaða vinarbandið hjá grannatjóðunum, sum á landakortinum deila eitt 1.300 kilometra langt mark sínamillum.

"Hvørki eg ella Finnland eru kend fyri at sníkja okkum undan ella stillisliga at fjala okkum handan hornið. Tað er betri at siga tað akkurát sum er, eisini við mótpartin, og tað var tað, eg vildi gera", sigur Niinistö um samrøðuna við Putin.

Tíðindafundurin varð hildin í dag á forsetaborgini í Helsinki, samstundis sum diplomatar úr teimum 30 limalondunum í NATO hittast í Berlin at samráðast um kríggið í Ukreina.

Norðmaðurin Jens Stoltenberg er aðalskrivari í North Atlantic Treaty Organization, sum bleiv stovnað í 1949. Hann hevur hesa viðmerkingina av fundinum í Berlin: "Øll tey sameindu skilja alstóra søguliga týdningin av hesari løtuni. Kríggið hjá Russlandi í Ukreina gongur ikki, sum Moskva hevði ætlað. Tað miseydnaðist at taka Kiev. Teir taka seg úr Kharkiv. Teirra álop á Donbas er kódnað. Russland útinnir ikki sínu strategisku stevnumið. Ukreina kann vinna hetta stríðið", segði hann umvegis fjarskifti og legði afturat, at NATO eigur at økja um hernaðarliga stuðulin til Ukreina.

Sviar hava eisini tikið stig til at søkja um limaskap, og ein annar russiskur granni, Georgia, hevur flirtað við NATO í meira enn eitt áratíggju, samstundis sum landið strikaði sítt diplomatiska samband við Russland í 2008.

Norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, bjóðar grannalondunum hjartaliga vælkomnum. "Finskur limaskapur í NATO fer at gagna Finnlandi, tað fer at gagna nordiska økinum, og tað fer at gagna NATO. Finnland hevur fullan stuðul úr Noregi. Vit uppliva í løtuni ein samhuga í NATO, sum er uttan fordømi", viðmerkir Huitfeldt.

Keldur:
https://apnews.com/article/russia-ukraine-kyiv-jens-stoltenberg-nato-626c6954e80fd38ecaf8558e8ad7a4b1

https://www.nepwave.com/finnish-president-confirms-country-will-apply-to-join-nato/