Í dag, týsdagin, skulu politisku flokkarnir í Finnlandi umrøða, hvørt landið skal gerast partur av Nato - norðuratlantisku verjusamgonguni.
Tað sigur forsætisráðharrin í Finnlandi, Sanna Marin, sambært finsku tíðindastovuni STT, á einum tíðindafundi í gjár.
Politiska umrøðan í dag skuldi annars handlað um stríðið í Ukraina, men ein møguligur limaskapur í Nato er ein natúrligur partur av umrøðuni, sigur forsætisráðharrin.
Finnland er tað landið í ES, ið hevur longsta markið til Russlands – markið millum Finnland og Russland er meira enn 1.340 kilometrar langt.
Og fyri fyrstu ferð nakrantíð er finska fólkið fyri, at landið gerst limur av Nato.
Tað skrivar Financial Times, sambært Ritzau.
Finska kringvarpið, Yle, gjørdi eina spurnakanning dagarnar frammanundan russisku innrásina í Ukraina. Til spurningin, hvørt Finnland skal gerast partur av Nato, so svaraðu 53 prosent fyri, 28 prosent vóru ímóti meðan 19 prosent vóru í iva.
Hetta er eitt stórt lop í almenna meingini, tí bara við at fara aftur til januar mánað, vóru tað bara 30 prosent av finnum, ið svaraðu ja til spurningin.
Í 2017 vóru bert 19 prosent av finnum fyri Nato-limaskapi, skrivar Yle, sambært Ritzau.
Hóast Finnland ikki er limur í Nato, so hevur landið eitt tætt samband við verjusamgonguna.
Men nú hevur fólksins vilji fingið ferð á politiska kjakið um eina limaskap, eftir at 50.000 fólk hava skrivað undir eitt borgarauppskot um Nato-limaskap.
Harumframt sendir Finnland vápn og lóður til Ukraina, fyri at hjálpa ukrainska herinum í stríðnum móti russisku innrásini, upplýsir forsætisráðharrin.
/ritzau/