Síðan kríggið í Ukraina brast á, hevur tað verið kjakast um, hvørt Finnland og Svøríki skulu gerast limir í Nato. Í dag hava bæði finski forsetin, Sauli Niinistö, og finski forsætisráðfrúan, Sanna Marin, boðað frá í einari almennari fráboðan, at Finnland eigur at fara upp í Nato sum fullgildur limur.
- Vit vóna, at tey stigini sum skulu takast, vera tikin skjótt í teimum næstu døgunum.
Sambært finska forsetanum, Sauli Niinistö, vinna bæði Nato og Finnland okkurt burturúr verjusamgonguni.
- Nato limaskapur hevði økt um trygdina hjá Finnlandi. Sum limur av Nato fer Finnland at styrkja alla verjusamgonguna.
Tað er tann finski forsetin, ið saman við uttanríkisnevndini og tí finska tjóðartingum, sum formliga skal taka avgerðina um limaskap í Nato. Uttanríkisnevndin hevur longu samtykt, at Finnland skal gerast partur Nato. Tey meta Nato limaskap vera tað tryggasta fyri Finnland.
Finnland hevur ongantíð áður verið limur av verjusamgonguni, Nato, sum var sett á stovn í 1949. Finnland ynskti heldur ikki at gerast limur í Nato, fyrrenn Russland gjørdi hernaðarliga innrás í Ukraina tann 24. februar fyrr í ár. Tá broytist tann vinaligi hugburðurin hjá finska fólkinum mótvegis Russlandi. Sambært eini kanning hjá YLE, sum er ein finsk sjónvarpsrás, ynskja áleið 76 prosent av finsku veljarunum at gerast partur av Nato. Áðrenn russisku innrásina plagdi hetta sama talið at liggja um 25 prosent í veljarakanningum.
Bæði Finnland og Svøríki hava verið tættir samstarvsfelagar hjá Nato í fleiri áratíggju. Tað hevur ikki verið óvanligt hjá bæði Finnlandi og Svøríki at luttikið á síðulinjuni, tá limirnir í verjusamgonguni hava fundast. Av tí at Finnland og Nato eru tættir samstarvsfelagar, er væntanin, at tað ikki fer at taka drúgva tíð fyrr enn Finnland gert limur í Nato. Men fyri at gerast limur í Nato, má Finnland søkkja um limaskap til Nato. Hetta hevur Finnland ikki gjørt enn. Tó hava teir alment boðað frá í dag, hvørjar ætlanir teir hava í hesum sambandið.
Grannalondini Finnland og Russland liggja lið um lið og hava eina ríka felagssøgu. Finnland var partur av tí russiska sarríkinum frá 1809 til 1917. Í 1917 undir russisku kollveltingini gjørdist Finnlandi gjørdist ein sjálvstøðug tjóð. Í 1939-40 leyp Russland á Finnland. Hetta kríggið verður vanliga nevnt Vetrarkríggið.