Finngerð Sólbjørg Clark: - Nýggjur golfvøllur eitt krav um ítróttagreinin skal mennast

Finngerð Sólbjørg Clark hevur góðar vónir til oyggjaleikirnar og vónar at umstøðurnar at spæla golf í Føroyum blíva munandi betri

Ragnar Sjúrðarson
5. juli 2023 kl. 11:11

- Nú hava vit golfarar bíða í nøkur ár at sleppa við aftur til oyggjaleikir so tað er stuttligt at vera við aftur. fyrireikingarnar hava sum heild verið góðar og vit gleða okkum at sleppa í gongd.

- Hvørjar vónir hevur tú til føroysku íðkararnir?

Mín vón er at vit koma at klára okkum væl og kanska enda við eini hægri plasering enn við byrjan.

- Hvørji persónlig mál hevur tú til oyggjaleikirnar 2023?

Mítt mál er at spæla so væl sum eg kann. Nú er vøllurin eitt sindur øðrvísi enn tann eg vanliga spæli á, so tað kann gerast trupult um veðrið ikki er til vildar. Eg vóni tó tað besta.

Nýggjur vøllur ein fortreyt fyri at ítróttargreinin mennist

- Fyri at golf skal mennast sum ítrottargrein krevst at umstøðurnar gerast munandi betri. Tað hevur verið nógv tosað um at fáa ein golfvøll við 18 holum. Hetta er eitt stór og krevjandi verkætlan. Eg vóni at vit umsíðir kunnu byrja at byggja ein golfvøll um ikki annað við seks ella níggju holum fyri fyrst. Golf er ein ítrottargrein bæði fyri ung og eldri. Eisini hevur hon týdning fyri ferðavinnuna. Fáa vit ein golfvøll so ivist eg ikki at henda ítrottargrein fer at mennast