Fingu tamarhald á eldinum beinanvegin
Í gjár var øll tilbúgvingin til verka í Vági
Áki Bertholdsen
17. juli 2024 kl. 08:13
Fyrrapartin í gjár fór ein eldávaring á brandstøðini í Havn at boða frá, at eldi. Boðað varð frá, at eldur var í á virkinum hjá Bakkafrosti í Vági.
Løgreglan sigur, at øll tilbúgvingin, sløkkilið og løgregla, varð virkja og fóru á staðið.
Tað vísti seg, at har var nógur roykur, men tað hevði ikki rættiliga fest í, so tað var beinanvegin, at tey fingu tamarhald á støðuni.
Tey hava eisini funnið orsøkina til, at eldur var við at koma í. Talan var um skammlop í eini maskinu og tí var neistarok úr útstoytinum.
Tað var við at festa í takið, men sum sagt fingu tey sløkt alt aftur, áðrenn tað varð til stórt meiri enn glóðir.