Fingu stóra bót fyri ikki at halda treytirnar frá løgregluni

Seinnapartin í gjár var ein bilur til stóran ampa í Eysturoyartunlinum

Áki Bertholdsen
12. november 2024 kl. 07:49

Seinnapartin í gjár tók løgreglan ein stóran bil, sum hevði koyrt ígjøgnum Eysturoyartunnilin, og tað varð ein dýr søga, bæði fyri tann, sum koyrdi bilin, og tann sum átti bilin.

Løgreglan sigur, at tá ið farmur verður fluttur eftir vegnum, sum er hægri enn eitt vist, longri enn eitt vist, breiðari enn eitt vist og tyngri enn eitt vist, krevst serligt loyvi frá løgregluni til tað.

Men í loyvinum frá løgregluni stendur, at slíkur flutningur kann ikki fara fram ímillum klokkan sjey og níggju á morgni og ímillum klokkan 15 og 18 seinnapartar, tá ið tað annars er nógv ferðsla.

 Men í hesum føri vórðu treytirnar í loyvinum ikki hildnar tá ið ein stór maskina varð flutt á eini last av Streymoynni inn í Eysturoynna, tí hetta var akkurát tað tíðarskeiðið seinnapartin, at tað iki var loyvt.

Løgreglan sigur, at tey fylgdu flutninginum á vakmyndatólunum í tunlunum og tað var eingin vandi á ferð, so tey mettu ikki at tað var ráðiligt at steðga flutninginum inni í tunlinum. Men hetta var kortini til stóran ampa, tí ferðin var lítil og bilaraðið aftan fyri varð rættiliga langt.

Løgreglan sigur, at bilurin við maskinuni varð steðgaður tá ið tey komu upp undan aftur í Eysturoynni. Og bótin fyri slíkt er stór, tí bilførarin fekk 3.000 krónur í bót og tann, sum eigur bilin, ið flutti maskinuna, fær 10.000 krónur í bót.