Enn einaferð hevur Heilsutrygd søkt eftir kommunulæknum til viðtaluna á Tvøroyri, men heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað.
Umsóknarfreistin var úti í gjár og í dag siga tey á Heilsutrygd, at tey fingu onga umsókn.
Tað eru tvey størv í viðtaluni á Tvøroyri, sum vórðu lýst leys og í rúma tíð hava bæði størvini verið røkt av skiftandi avloysarum, sum eru her tvær tríggjar vikur ísenn.
Í Vági eru eisini tveir kommunulæknar og har hevur tað eydnast at fáa læknar í fast starv í báðum viðtalunum.
Heilsutrygd hevur eisini roynt at fáa læknar í fast starv á Tvøroyri, men tað hevur ikki eydnast.
Tey hava annars roynt ymiskt fyri at gera størvini lokkandi hjá læknum at søkja. Eitt nú fáa kommunulæknar eina hálva grundløn, ella góðar 11.000 krónur eyka í løn um mánaðin fram um kommunulæknar aðrastaðni í landinum.
Dyrnar vórðu eisini lætnar upp fyri, at fleiri kommunulæknar kundu býta eitt starv ímillum sín, so at teir ikki arbeiddu fullan dag.
Størvini kundu eisini verða sett sum tíðaravmarkað størv, ella sum avloysarastørv har Heilsutrygd hevur ábyrgdina av starvsfólkunum í viðtalunum. Tað bar eisini til hjá lesandi, ið verða liðug sum kommunulæknar í næstum, at søkja.
Higartil hevur alt kortini verið til fánýtis, men tey í Heilsutrygd siga, at tey fara at royna aftur at søkja. Tó er óvist nær tað verður.
Umleið 1.160 fólk hoyra til aðra viðtaluna á Tvøroyri og umleið 1.400 fólk hoyra til hina viðtaluna. Ein læknaskrivari er í starvi í aðrari viðtaluni, og í hinari viðtaluni er ein sjúkrarøktarfrøðingur, og ein læknaskrivari, í starvi.
Allir kommunulæknarnir í Suðuroynni eru við í læknavaktini og skiftast at hava koyrivakt, t.v.s. at teir kunnu verða boðsendir at fara á læknavitjan hjá sjúklingi, sum hevur ringt til Læknavaktina.