Fingu onga játtan til at basa rúsevnum í Føroyum

Kortini hava tey útvega eitt sindur av útgerð

Áki Bertholdsen
20. september 2024 kl. 16:29

Fyri tveimum árum síðani gjørdi ein vælmannaður arbeiðsbólkur eina forkromaða heildarætlan fyri, hvussu vit skulu fyribyrgja og basa rúsevnum í Føroyum.

Nøkur av tilmælunum vóru at geva tollarunum hjá Taks betri umstøður til at hava eftirlit við tí, sum verður flutt til landið.

Og nú hevur Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, spurt løgmann, hvussu tað gongur at halda tilmælini um at geva Taks betri umstøður at avdúka rúsevna-smuglarar.

Løgmaður hevur spurt seg fyri hjá Fíggjarmálaráðnum og tey siga, at Taks hevur ikki fingið nakra serstaka játtan til at halda tilmælini í heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu.

­– Í fjør og í ár, hevur Taks arbeitt við at útvega eina profileringsskipan, men hetta hevur víst seg at vera eitt trupult mál at arbeiða við, sigur Løgmaður frá Fíggjarmálaráðnum.

Ein profileringsskipan skal gera tað lættari hjá tollarunum at eyðmerkja, hvørjum fólkum, tey skulu halda eitt serligt eyga við, men enn fyriliggur ikki nakað ítøkiligt í hesum máli.

Í 2022 keypti TAKS ein nýggjan skannara til eftirlitshølið á farstøðini, og í fjør keyptu tey eisini ein nýggjan skannara til eftirlitshølið á Posta. Harafturat hevur Taks - eftir førimuni - eisini roynt at keypt aðra eftirlitsútgerð.

Tórshavnar Havn og Smyril Line eru nýliga farin undir at byggja nýggj høli á eystarubryggju í Havn,  og har verða eisini nýggj eftirlitshøli til Taks.

Hinvegin eru tey ikki farin undir arbeiðið at gera ábøtur á eftirlitshølini hjá Taks á flogvøllinum. Men arbeitt verður við at fáa hetta við í útbyggingarætlanirnar hjá Vága Floghavn.t

Taks kannar eisini um tey skulu keypa ein bingjuskannara, men enn er støða ikki til hetta um hann verður keyptur ella ikki.

Í 2022, tá ið heildarætlanin varð gjørd, varð tað mett at kosta tríggjar milliónir at fáa teina profileringsskipan. Tað er ringt at gera eina nýggja kostnaðarmeting, men helst er hon nakað dýrari nú, sigur løgmaður.

Í 2022 varð tað eisini mett at kosta tvær milliónir at keypa ein nýggjan bingjuskannara, men nú fer hann helst at kosta nakað væl meiri enn tað.

Tá varð tað eisini mett at kosta 1,6 milliónir at skifta ymsar skannarar hjá Taks, út, og at keypa ymsa aðra neyðuga eftirlitsútgerð. Skannarar, og onnur neyðug eftirlitsútgerð eru lutvíst dagførd síðani tá, sigur løgmaður.