Aftur í fjør hevði Arbeiðsloysisskipanin, Als, eitt heilt gott ár. Tað vísir úrslitið, nú roknskapurin fyri í fjør er liðugur - og góðkendir.
Hesi seinastu nógvu árini hevur lítið og einki arbeiðsloysið verið í Føroyum, og árið í fjør var einki undantak og tað merkir, at í fjør var arbeiðsloysið 0,8 prosent.
Als sigur, at hesi seinastu tíggju árini hevur arbeiðsloysið í Føroyum verið tað lægsta í Evropa - og samstundis hevur tað verið eitt tað lægsta yvirhøvur í øllum heiminum. Í fjør vóru tað bara í trimum londum, í Katar, í Kambodja og í Niger, at arbeiðsloysið var lægri, enn tað var í Føroyum.
Als sigur, at tilsamans vóru inngjøldini til Als, 232,3 milliónir í fjør, og tað er tað mesta, síðani gjaldið lækkaði 1. januar 2021 - og tað triðmesta yvirhøvur, síðani ALS var stovnað fyri 32 árum síðani.
Undantikið árið við koronu, eru útgjøldini støðugt minkað síðani 2011, tá ið Als rindaði 308,4 milliónir í arbeiðsloysisstuðli. Í fjør vóru útgjøldini nevniliga 58,3 milliónir krónur aftur ímóti 62,5 milliónum í 2022.
Útgjøldini av vanligum arbeiðsloysisstuðli var 26,9 milliónir í fjør og tað eru 4,6 milliónir minni enn tað var í fyrrárið.
Hinvegin hækkaði útgjøldini úr fiskavirkisskipanini nakað, tí tey vuksu úr 28,1 milliónum krónum í 2022, upp í 28,3 milliónir í fjør.
Sostatt fór útgjaldið úr fiskavirkisskipanini upp um útgjaldið av vanligum arbeiðsloysisstuðli, og tað er fyrstu ferð, at tað er hent.
Í fjør var skiftisavlopið, sum er munurin ímillum inngjøldini og útgjøldini, 175,26 milliónir í avlopi og í 2022 var tað 159,6 milliónir.
Starvsfólkakostnaðiurin hækkaði 505.000 krónur og tað svarar til trý prosent, sum er minni enn sáttmálalønirnar hækkaðu. Rakstrarkostnaðurin var 5,3 milliónir krónur, sum er eitt tað lægsta hesi seinastu nógvu árini.
Í fjør varð endaliga úrslitið sostatt eitt avlop upp á 225,8 milliónir krónur, sum eru 20 milliónir krónur meiri enn í 2022. Tað merkir, at nú er eginognin hjá Als góðar 1,3 milliardir krónur, sum er tað mesta í søgu ALS.