Herfyri spurdi Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, Høgna Hoydal, landsstýrismann í vinnumálum, hvussu støðan er við ólógligum pengaflutngi í Føroyum.
Liljan Weihe sigur, at ES reglur um hvítvask verða javnan settar í gildi í Føroyum. Og í eini frágreiðing hjá donsku løgregluni er ein niðurstøða, at tað er stórur vandi fyri, at Føroyar verða brúktar í sambandi við hvítvask.
Eftir reglunum skuldi spurningurin svarast fyrr í vikuni. Men tað eydnaðist ikki at útvega upplýsingarnar áðrenn freistin fór.
Høgni Hoydal sigur, at fyritøkur og persónar, sum eru fevnd av lógini um hvítvask, skulu beinanvegin fráboða Hvidvasksekretariatet, frá um fyritøkan ella persónurin veit, hevur illgruna um tey verða varug við nakað, sum kann hava samband við hvítvasking ella fígging av yvirgangi.
Hvidvasksekretariatet er partur av National Enhed for Særlig Kriminalitet hjá donsku løgregluni. Fyri at kunna svara spurningunum er tí neyðugt at fáa upplýsingar frá nevndu myndugleikum.
Tað hevur ikki borið til hjá danska Løgmálaráðnum at útvega Uttanríkis- og vinnumálaráðnum upplýsingarnar innan áðrenn freistin fyri, nær spurningurin skuldi svarast. – Tá ið upplýsingarnar eru komnar frá danska Løgmálaráðnum verða tær sendar Løgtinginum, sigur Høgni Hoydal.