Tað varð sagt, at ólavsøkan byrjaði við Tórsfestini, sum var fríggjakvøldið. Tá var eisini nógv fólk í býnum, men tað helt ikki fram, tí í gjár hildu fólk ein steðg, áðrenn tørnað verður til aftur nú ólavsøkan er.
Løgreglan sigur nevniliga, at tað hevur verið lítið av fólki í býnum og av tí sama hava tey heldur ikki havt nakað serligt at gera.
Einaferð í nátt komu nakrir mans kortini til ilnar uttan fyri ein skeinkistað í Havn. Tað varð eitt sindur av skumparíi aftur og fram, men løgreglan sigur, at tey fingu lagt upp í og sent partarnar í hvør sína ætt, áðrenn slagsmál varð burtur úr, og tað varð ikki meiri gjørt við tað.
Men í gjár varð ein maður kortini hjá løgregluna at melda, at hann hevði verið fyri harðskapi á Tórsfest. Talan er um ein mann, sum er sligin í andlitið og hann fekk so harðan brest, at kjálkabeinið brotnaði.
Løgreglan sigur, at tey vita hvør ein gerningsmaður er, men kanska er talan um fleiri gerningsmenn. Tey siga, at tað málið verður tikið upp aftur eftir ólavsøku og tá verða fólk avhoyrd, bæði offur, gerningsmaður, og vitni.
Løgreglan heldur kortini, at tað er væl sloppið, at tað bara var eitt harðskapsmál á Tórsfest.