Fingu boð um at verkfallið er avlýst

Arbeiðskvinnur hava verið lokkaðar til arbeiðis í dag

Áki Bertholdsen
29. mai 2024 kl. 16:58

Nú eru meiri enn tvær vikur síðani, at fýra arbeiðarafeløg fóru í verkfalli. Eisini tað seinasta arbeiðarafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag, fór í verkfall á midnátt.

Tað hendi eftir at semingsmaðurin, sunnukvøldið, boðaði frá, at hann gavst við semingsroyndini uttan at leggja nakað semingsuppskot fram.

Men av onkrari orsøk hava fleiri arbeiðskvinnur kortini verið til arbeiðis í dag. Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sigur, at tær hava fingið at vita frá miðlum og frá arbeiðsplássum, at verkfallið var avlýst.

Forkvinnan sigur, at hetta er ikki rætt og tí skulu øll, sum eru umfatað av verkfallinum, eisini fara í verkfall.

Tað er óvist, akkurát hvat tað er fyri miðil, og hvørji tey arbeiðspláss eru, sum hava fortalt teimum, at verkfallið er tikið aftur.

Men Vigdis Johannesen sigur, at undir øllum umstøðum er tað skeivt og at tey skulu bara lurta eftir boðum frá Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Sostatt fevnir verkfallið um allar limir í Havnar arbeiðskvinnufelagi, sum eru settir eftir sáttmála millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Havnar arbeiðskvinnufelag.

Hetta eru arbeiðskvinnur hjá privatum arbeiðsgevarum og hjá Tórshavnar Kommunu. 

Limir í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum arbeiða á Landssjúkrahúsunum, og øðrum almennum stovnum, eru sett eftir einum øðrum sáttmála og tey eru ikki farin í verkfall.