Føroya Tele-deildin, menn:
Fleyr-SÍ 3-0 (25-20, 26-24, 25-22)
Í eina tíð hevur Fleyr havt annað beinið í FM-finalunum, men eftir 3-0 sigur á SÍ í gjár eydnaðist loksins at fáa hitt beinið innum eisini.
SÍ hevði annars møguleikan at taka plássið frá Fleyr, men tað kravdi í fyrsta lagi sigur á Fleyr, og síðani eisini stig ímóti oddaliðnum Mjølni í síðsta landskappingardystinum næsta leygardag. Harumframt var treytin, at Fleyr ikki vann á Ternuni, sum bert hevur vunnið ein dyst í ár.
Í fyrsta setti gekk javnt á til 14-14, tá Fleyr fór nøkur stig framum eftir kraftmiklar servur frá Phil Freere.
Sørvingarnir iðra seg um, at teir ikki tóku annað sett, har teir høvdu tveir settbóltar, men Fleyr vann fýra bóltar á rað – tann síðsta við serviessi frá Róa Hentze – og harvið settið 26-24.
Í triðja setti var lítil spenningur, og Fleyr vann trygt 25-22.
So statt verða finalurnar í Føroya Tele-deildini hjá monnum millum Mjølnir og Fleyr. Spældar verða tvær finalur; tann fyrra í Klaksvík, tí Mjølnir er nr. 1 í sjálvari landskappingini. Seinna finalan er ásett at vera spæld í Havn leygardagin 29. apríl. Fyrra finalan verður spæld í Badmintonhøllini í Klaksvík í somu viku.
Vinna liðini hvør sína finalu – sama hvat settmunurin er – so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15 beint eftir seinnu finaluna.
Greitt er eisini, at SÍ vinnur bronsuna. Tíðliga í kappingini løgdu Mjølnir og Fleyr sjógv ímillum seg og hini, og tá SÍ seinni í kappingini kom rættiliga fyri seg – m.a. tí serbiski Mileta Vesovic endiliga fekk neyðugu loyvini at spæla – var longu nóg so seint at fáa hini bæði aftur.
Støðan fyri seinasta umfarið undan finalunum:
Lið Dystir / Stig
Mjølnir 15 / 39
Fleyr 15 / 33
SÍ 15 / 26
ÍF 16 / 14
Ternan 15 / 2