Tað gongur framvegis fram á í Føroyum. Í hvussu so er hava bæði landskassin og kommunukassarnir, fingið meiri inn í skatti í fyrsta ársfjórðingi í ár enn tey fingu í fjør.
Tilsamans eru inntøkurnar hjá Landi og kommunum 41,4 milliónir hægri í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í fjør.
Tað eru fyrst og fremst kommunurnar, sum hava fingið meiri í kassan, men inntøkurnar hjá landskassanum standa mestsum í stað.
Tilsamans fingu kommunurnar slakar 597,8 milliónir inn í skatti í fyrsta ársfjórðingi í ár, og tað eru 33,1 milliónir.
Landskassin fekk 514,7 milliónir meiri inn í skatti tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár og tað eru 8,3 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Uppgerðin vísir, at av teimum 29 kommunum, eru tað bara tríggjar, sum hava fingið minni inn í skatti í higartil í ár, enn tær fingu í fjør - og tær eru allar í syðra parti í landinum.
Tað er fyrst og fremst Húsavíkar kommuna, sum hevur 813.000 krónur inn í skatti og tað eru heili 26,48 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Í Hvalbiar Kommunu var inntøkan av skatti slakar 6,5 milliónir í skatti í fyrsta ársfjórðingi í ár og tað eru 5,15 prosent minni enn í fjør.
Og í Sumba hava inntøkurnar av skatti verið góðar 2,6 milliónir og tað eru 6,11 prosent minni enn í sama tíðrskeiði í fjør.