Ongi úrslit

Fingu 19 umsóknir um stuðul - átta fingu stuðul

Tilsamans táttar stuðulin í eina millión

Áki Bertholdsen
12. mars kl. 14:37

Tórshavnar býráð hevur eina játtan til at stuðla føroyskum filmum - og nú hava átta filmar fingið stuðul. Endamálið við stuðlinum er at menna filmsvinnuna í Tórshavnar kommunu og tilsamans var ein millión til taks at lata í stuðuli.

Í hesum sambandi hevur Býráðið gjørt av at stuðla átta filmsverkætlanum.

Tá umsóknarfreistin var farin, vóru 19 umsóknir komnar inn og eftir tilmæli frá einum arbeiðsbólki við umboðum frá Stjórnarskrivstovuni, Mentamáladeildini, Hugskotinum og ráðgeving frá uttanveltaðum serfrøðingi, valdi vinnunevnd Tórshavnar býráðs at veita hesum átta filmunum stuðul: 

Spælifilmurin "Island Fever", Kykmyndir: 300.000 krónur

Spælifilmurin "Verdandi", Natalie Holzel: 160.000 krónur

Stuttfilmurin "Undirgangur #1", Symphor Film: 150.000 krónur

Heimildarfilmurin "Rossið", Filmsvirkið: 100.000 krónur

Stuttfilmurin "Krámararnir", Sp/f Fixer: 100.000 krónur

Stuttfilmurin "Tað er ikki synd í mær", Hugmynd: 60.000 krónur

Dansistuttfilmurin "Vón", RAMMATIK: 60.000 krónur

Heimildarfilmurin "Menniskja", RVH Productions: 50.000 krónur

 

Eitt, sum arbeiðsbólkurin vísti ám er at filmarnir hava stórar vinnuligar menningarmøguleikar og sosttatt eru teir við til at styrkja film sum vinnugrein í Tórshavnar kommunu.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

Í gjár kl. 18:25

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

Í gjár kl. 16:46

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

19 tímar síðan

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00