Fingu 14 tilmæli um eldraøkið - hava sett tvey í verk upp á trý ár

Annað tilmælið er um at hækka brúkaragjøldini

Áki Bertholdsen
3. oktober 2024 kl. 10:10

Í 2021, varð arbeiðið at eftirmeta støðuna í eldraøkinum eftir at økið varð lagt undir kommunurnar í 2015. Úrslitið varð, at bólkurin, sum eftirmetti eldraøkið, hevði 14 tilmæli til broytingar, sum áttu at verðið gjørdar  

Og nú, trý ár seinni, hevur Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýriskvinnuna, hvussu nógv av hesum tilmælum eru sett í verk.

Sirið Stenberg sigur, at higartil eru tvey av tilmælunum sett í verk. Annað tilmæli sum er sett í verk, er at geva brúkaragjøldini eru dagfør, tað vil siga at tey eru hækkað.

Annars eru reglurnar, at ein kommuna kann ikki skylda meiri enn eina skatta-álíkning, men nú er tað broytt soleiðis, at endurgjaldið, kommunurnar fáa úr Landskassanum fyri at umsita eldraøkið, verður hildið uttan fyri roknistykkið, og tað gevur kommunum fríari ræsur.

Tað er hitt tilmælið, sum er sett í verk.

Annars var eitt tilmæli um at hava eftirlit við eldraøkinum, men her hevur Løgtingsins umboðsmaður víst á, at einki eftirlit er á økinum og at hetta eigur at fáast í lag.

– Tað hevur verið eitt ávíst samskifti ímillum Almannamálaráðið og Kommunufelagið um hvat eitt slíkt eftirlit skal fevna um, og hvussu tað kann skipast. Hetta arbeiði er tó ikki komið á mál enn, sigur Sirið Stenberg.

Hon sigur, at ætlanin er at arbeiða víðari við eftirmetingini og fáa sett tilmælini í verk, og tað verður gjørt í tøttum samstarvi við kommunurnar og stjórnarráðini, sum vóru partur av eftirmetingini av eldraøkinum.