Fingu 10 heiðursmerki heim aftur við sær

Føroyska badmintonlandsliðið vann 10 heiðursmerki í altjóða kappingini, Invitational Games, á Malta 

Áki Bertholdsen
11. november 2024 kl. 08:46

Føroyska badmintonlandsliðið vann ikki minni enn tvey gull, trý silvur og fimm bronzu heiðursmerki í altjóða kappingini Invitational Games á Malta. 

Kappingin var í døgunum 8. til 10. november, og umframt Føroyar vóru eisini Kýpros og Malta við.

Allir føroysku leikararnir vunnu heiðursmerki í kappingini, og ungdómslandsliðið vann seg í fýra av fimm finalum, har tann eina finalan varð føroysk burturav.

Umframt kappingina hava ungu badmintonleikararnir eisini havt venjingardystir móti vaksnu leikarunum og ungdómsleikarum úr Malta.

Landsliðsvenjarin, Fai Yin Wong, og vit í Badmintonsambandinum eru sera væl nøgd við úrslitið hjá føroyska ungdómslandsliðnum, sigur Badmintonfelagið.

Úrslit:

Einmansleikur kvinnur:

Gull: Ranja Joensen

Bronsu: Birna Jacobsen

Einmansleikur menn:

Silvur: Jafet Rasmussen

Bronsu: Markus Bjarnason

Bronsu: Sjúrður E. H. Eysturoy

Tvímansleikur kvinnur:

Gull: Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen

Silvur: Birna Jacobsen og Julianna í Heiðunum

Tvímansleikur menn:

Bronsu: Markus Bjarnason og Leiki Dal-Christiansen

Blandaður tvímansleikur:

Silvur: Tóki Yngvason Guttesen og Ranja Joensen

Bronsu: Sjúrður E. H. Eysturoy og Eira Petersen