Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Ternan – Fleyr 3-1 (20-25, 25-23, 25-23, 29-27)
Í fyrsta setti gekk púra javnt á til 20-20, tá Fleyr vann fimm bóltar á rað og vann settið 25-20.
Í øðrum setti legði Fleyr seg frammanfyri 21-20, eftir at Ternan annars hevði verið á odda 14-9, men hesa ferð var Ternan stinnari, tá settið skuldi avgerast, og vann 25-23.
Í triðja setti hevði Fleyr javnað til 17-17 og 20-20, eftir at Ternan hevði havt greiða leiðslu, men aftur hesa ferð var Ternan stinnari móti endanum og vann aftur 25-23.
Fleyr vann sær settbólt í fjórða setti, men Ternan yvirlivdi og vann settið 29-27 við sínum øðrum dystarbólti – og harvið dystin 3-1.
Fleyr, sum liggur á øðrum plássi á stigatalvuni, er gaman í framvegis sjey stig frammanfyri TB á triðja plássi, men TB hevur tó spælt tveir dystir minni.
Fríggjadagin 17. mars møtast TB og Fleyr í Trongisvági, og vinnur TB tann dystin, so verður rættiliga spennandi í Havn tveir dagar seinni, tá somu lið møtast í høllini á Hálsi í dysti, sum fær stóran týdning fyri, hvør av teimum kemur í FM-finaluna.
Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:
Lið Stig (Dystir)
SÍ 36 (13)
Fleyr 28 (12)
TB 21 (10)
Mjølnir 15 (12)
Dráttur 12 (13)
KÍF 9 (13)
Ternan 8 (13)