Finaludagur í Katar

Í dag klokkan trý føroyska tíð, verður finalan um heimsmeistaraskapið í fótbólti, spæld í Katar. Frakland hevur møguleika at endurvinna HM steypið, meðan Argentina kann vinna tað fyrstu ferð síðan 1986.

Høgni Jógvansson
18. desember 2022 kl. 10:35

Klokkan trý bríkslar dómarin dystin í gongd millum Frakland og Argentina. Nógv umrødda fótbóltskappingin endar í dag og spurningurin er, um tað verður tann ungi og evnaríki fransmaðurin,  Mbappe, sum sleppur at lyfta steypið fyri aðru ferð  sum 23 ára gamal. Um tað ikki verður liðið hjá Mbappe, so verður tað liðið hjá liðfelaga hansara í PSG, nevniliga heimsstjørnan Lionel Messi. Messi, ið er 35 ára gamal, hevur sagt, at dysturin í dag er tann seinasti, hann spælir fyri tað argentinska landsliðið. 

 

Felags fyri bæði liðini er, at tey eiga, sum nú er, tvey HM steyp í part. Frakland vann í 1998 og 2018, meðan Argentina vann kappingina í 1978 og 1986. Trýstið kann tykjast at vera stórt hjá Fraklandi, tí teir spæla um at varðveita heitið sum heimsmeistarar. Tað eru 36 ár síðan, at Argentina seinast vann HM kappingina. 

 

Lionel Sebastian Scaloni er venjari hjá Argentina. Hann var við til at vinna Copa America í fjør, har Argentina vann 1-0 ímóti Brasil. Hjá Fraklandi er Didier Deschamps venjari. Hann var sjálvur við til at vinna HM í 1998 og var tá liðskipari á liðnum.