Týsdagin verður tað ímóti Lettlandi, at Føroyar fara at spæla um triðja plássið í Baltic Cup. Finalan verður millum Litava og Estland, sum í dag vann 4-1 ímóti Føroyum í estlendska høvuðsstaðnum Tallinn.
Hetta var áttanda ferðin, at Estland og Føroyar tókust í fótbóltslandsdysti, og hetta var fimta ferðin, at estlendingar fóru av vøllinum við fullari úrtøku. Føroyar hava vunnið tveir dystir. Tann fyrrti var 6. august í 1997, tá ið Føroyar í vinadysti í Tartu í Estlandi vunnu 2-0. Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og í seinna hálvleiki skoraðu Jens Erik Rasmussen og Jan Allan Müller. Hetta var meðan Allan Simonsen var landsliðsvenjari.
Seinni føroyski sigurin var 7. juni í 2011, tá ið Føroyar á Tórsvølli og við Brian Kerr sum venjara vunnu EM undankappingardyst 2-0. Fróði Benjaminsen legði í fyrra hálvleiki og við brotssparki Føroyar á odda, og eftir steðgin økti Arnbjørn Hansen um munin til 2-0.
Í hesi EM undankappingini var tað øgiligt vónbrot, tá ið tað í fyrra dystinum, sum var í Tallinn, endaði við 2-1 heimasigri. Føroyar vóru frammanfyri 1-0, inntil vanliga tíðin var um at vera farin. Jóan Símun Edmundsson skoraði føroyska málið, og so skoraði Estland tvey mál í tíðini, sum dómarin legði aftrat.
Í dag var tað Petur Knudsen, sum eftir innlegg frá Hanusi Sørensen, legði Føroyar á odda 1-0. Tað var miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Hetta var fyrsta landsliðsmálið hjá Peturi Knudsen, og hann er tíggjundi føroyski spælarin, sum hevur skorað ímóti Estlandi.
Tveir minuttir undan steðginum og fýra minuttir eftir steðgin vendi Estland 0-1 til 2-1, og sjey teir síðstu minuttirnar skoraði Estland tvær ferðir aftrat. Hetta var næststørsta tapið ímóti Estlandi. Størsta tapið var fyri júst 26 árum síðani, tá ið Estland á heimavølli vann EM undankappingardyst 5-0. Ta ferðina økti Estland um munin til 2-0 fimm minuttir undan steðginum. Tað var við brotssparki, sum varð dømt ímóti Jens Martin Knudsen, sum sá reyða kortið, og so var føroyska liðið undirmannað í 50 minuttir.
Í dag var føroyska liðið eyðkent av, at fleiri av teimum, sum hava verið við til at manna liðið, ikki vóru tøkir. Spælbýtið var rættiliga javnt, men føroyska liðið gjørdi nógv mistøk, sum heimaliðið sektaði.
Estland – Førooyar 4-1 (1-1)
Baltic Cup
Í Tallinn í Estlandi leygardagin 8. juni kl. 19.00
0-1: Petur Knudsen 24.
1-1: Alex Matthias Tamm 43.
2-1: Henri Anier 50.
3-1: Edgar Tur 83.
4-1: Danil Kuraksin 90
Dómari úr Litava: Robertas Valikonis
Føroyska liðið er soleiðis mannað: Bárður á Reynatrøð – Jóannes K. Danielsen, Samuel Johansen Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Petur Knudsen (Adrian Justinussen, 62.), Hanus Sørensen (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 89.), René Shaki Joensen (Noah Mneney, 89.), Stefan Radosavljovic (Patrik Johannesen, 81.), Meinhard E. Olsen (Pætur J. Petersen, 62.) – Jóan Símun Edmundsson (Klæmint A. Olsen, 46.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Silas Eyðsteinsson, Arnbjørn Svensson, Jann J. Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Daniel Johansen
Gult kort: eingin
Venjari: Håkan Ericson
Hjálparvenjari: Eli Hentze
08 06 2024 Estland – Føroyar 4-1 (1-1) BC í Tallinn: Petur Knudsen
07 06 2011 Føroyar – Estland 2-0 (1-0) EM á Tórsvølli: Fróði Benjaminsen br og Arnbjørn Hansen
11 08 2010 Estland – Føroyar 2-1 (0-1) EM í Tallinn: Jóan Símun Edmundsson
04 06 2008 Estland – Føroyar 4-3 (3-0) V í Tallinn: Christian L. Holst (2) og Súni Olsen
04 09 1999 Føroyar – Estland 0-2 (0-0) EM á Tórsvølli
06 06 1998 Estland – Føroyar 5-0 (2-) EM í Tallinn
06 08 1997 Estland – Føroyar 0-2 (0-0) V í Tartu: Jens Erik Rasmussen og Jan Allan Müller
24 02 1996 Estland – Føroyar 2-2 (2-2) V á Kypros: Óli Johannesen og Henning Jarnskor
kelda: faroesoccer.com