Fimm víkingar eru á landsliðnum

U-19 landsliðið: Øssur Hansen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 spælarar til EM-undankappingina, sum verður í Kosovo um ein lítlan mánað

Í september mánað vóru U19 dreingirnir á venjingarlegu í Pinatar í Spania, har teir møttu Skotlandi og Turkmenistan - Mynd: www.FSF.fo
FSF/Hans Erik Danielsen
23. oktober 2024 kl. 20:50

Fyrst Spania, og síðani Eysturríki og Kosovo vera føroysku mótstøðulondini, tá U19-landsliðið við dreingjum um ein lítlan mánað fer til Pristina í Kosovo, har bólkur J í EM-undankappingini er á skránni.

Øssur Hansen er venjari hjá U19-dreingjunum, og hann hevur nú sett navn á teir 18, ið eru boðsendir til komandi landsliðsuppgávur.

Fimm leikarar koma úr Víkingi, tveir spæla fyri ávikavist 07 Vestur, HB og TB, meðan FC Suðuroy, EB/Streymur, B36, AB, Skála og B68, umframt Kristiansund IL í Noregi, eru umboðað við einum spælara í part á U19-landsliðnum hesaferð.

Føroyar leggja fyri ímóti Spania mikudagin 13. november, tríggjar dagar seinni møtast Føroyar og Eysturríki, og týsdagin 19. november spæla okkara dreingir móti Kosovo.

Hópurin
Sámal á Steig, 07 Vestur
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Vírgar Jónsson, EB/Streymur
Jónas Prior, 07 Vestur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Torkil Jespersen Holm, TB
Bjørn Bjarkhamar, Víkingur
Jósef Ólavsson, Víkingur
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Mattias Hellisdal, B36
Arnór Brandsson, Víkingur
Baldur Niclasen, HB
Sjúrður Henriksen, AB
Aron Benjaminsen, Kristiansund IL (Noreg)
Markus Isaksen, Skála
Bartal Páll Klein, B68
Djóni Samuelsen, HB
Aron Arnoldsen, TB

Dystaskráin
13. nov. Spania – Føroyar
16. nov. Eysturríki – Føroyar
19. nov. Føroyar – Kosovo