Beint undan summarsteðginum fingu vit nýggjan venjara í 07 Vestur. Dann Brimsvík hevur longu sett síni fingramerki á hópin.
Frederik Holst er farin aftur til Danmarkar, har hann væntast at verða pápi í august. Maxwell Effiom er leigaður til Skála tað sum eftir er av kappingarárinum.
Mads Christiansen og Benjamin Smales-Braithwaite vóru leigaðir úr Vendsyssel fram til summarsteðgin. Hesin leigusáttmáli er endaður, og teir eru farnir heim.
Eisini Magnus Isager vendir nøsina heimaftur, eftir at hava spælt við okkum hetta kappingarárið.
Sostatt eru 5 spælarar farnir út hópinum í summarferiuni. Hetta gevur pláss til, at aðrir spælarar sleppa framat, men væntast kann eisini, at onkur styrkur kemur inn afturat.
Vit vilja takka hesum leikarum fyri tíðina í 07 Vestur og ynskja teimum blíðan byrð í framtíðini.