Fimm ráðharrar hjá Boris Johnson hava lagt frá sær

Tað sær svart út hjá bretska forsætisráðharranum Boris Johnson í løtuni. Meir enn tíggju konservativir tinglimir og fimm ráðharrar hava lagt frá sær síðan í gjar

(Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
6. juli 2022 kl. 12:25

Tað sær svart út hjá bretska forsætisráðharranum Boris Johnson í løtuni. Í gjár avgjørdu tveir ráðharrar at fara frá, og í dag eru tríggir ráðharrar farnir frá.  

Ráðharrarnar, sum í dag hava lagt frá sær eru barna- og familjuráðarrin Will Quince, Robin Walker, ið var ráðharri fyri útbúgvingarmálum, og býarráðharrin John Glen.

Í gjár var talan um Rishi Sunak, ið var fíggjarmálaráðharri, og Sajid Javid, sum var ráðharri í heilsumálum.

Eftir at Rishi Sunak og Sajid Javid eru farnir frá, hevur bretski forsætisráðharrin avgjørt, at Nadhim Zahawi verður nýggjur fíggjarmálaráðharri, og Steve Barclay skal taka yvir sum heilsumálaráðharri.

Ráðharrarnir sum hava lagt frá sær, eru eitt nú ónøgdir við gølurnar, sum higartil hava verið, millum annað “Partygate”, men eisini við mátan, ið Boris Johnson hevur leitt ta konservativu samgonguna.

Meir enn tíggju konservativir tinglimir og fimm ráðharrar hava lagt frá sær síðan í gjar. Og mannfalli heldur á fram. Alex Chalk, ið er næsti maður hjá ríkisákæranum (Solicitor General), hevur eisini boðað frá á Twitter, at hann leggur frá sær.

- Eg eri keddur av at fara frá einum embæti, sum eg havi verið glaður fyri. Men forsætisráðharrin hevur brúk fyri einum Solicitor General, sum kann standa við ta mentan og kós, Johnson hevur sett. Eg má umbera, tí hetta kann eg ikki longur.

Boris Johnson hevur leingi verið undir stórum trýsti. Ógvusliga mannfalli í bretsku samgonguni ger tískil ilt verri fyri bretska forsætisráðharran. Sambært altjóða miðlum, millum annað Reuters, so kann ógvusliga mannfalli í bretsku samgonguni, gerast deyðadómurin hjá konservativi samgonguni.