Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fimm bøkur út í ársins fjórða bókaumfari.
Les meira um nýggju bøkurnar niðanfyri.
Upprunaføroysk bók: Oyggin hjá teimum horvnu
Ein drongur, sum ræðist sjógv
Ein bátur fangaður í storminum
Ein bannsett oyggj, har fólk hvørva – og um tey koma aftur, verða tey ongantíð tey somu.
13 ára gamli Haraldur býr á einari oyggj, har eingin maður sleppur undan at arbeiða á sjónum. Tá báturin hjá abbanum verður burtur í ódnarveðri, noyðist Haraldur at fara í eina jollu at leita eftir honum. Einastu sporini eru søgnin hjá einum serskølti og ein nósi. Men nósin, sum Haraldur hevur roynt at fangað alt summarið, og sum altíð fylgir aftan á bátinum hjá abbanum, setir kós ímóti oynni …
Fer tað at eydnast Haraldi at finna abban og vinna á sínum ótta?
Oyggin hjá teimum horvnu er fyrsta bókin í røðini Skarvaoyggjarnar.
Donsk/føroyska Agnete Hentze Pitchotka hevur skrivað, og Kathrina Skarðsá hevur gjørt kápumynd og tekningar. Ingun Hentze týddi úr donskum.
Bókin er innbundin, 142 bls. og til børn, sum eru uml. 10-13 ár.
Hundamaður 1
Hundamaður er ein klikkað og stuttlig teknirøð við eini rúgvu av aktion, spenningi, kærleika og skemti. Nú er fyrsta bókin komin á føroyskum!
Tá politisturin Sveinur og politihundurin Greg koma til skaða til arbeiðis, broytir slóðbrótandi skurðviðgerð heimssøguna og kemur við HUNDAMANNI. Við hundahøvdi og menniskjakroppi er hendan djarva hetjan til reiðar at berjast fyri rættvísi. Men klárar hann at hava tamarhald á sær, tá arbeiði kallar?
Hundamaður er klárur at snodda seg fram til brotsgerðir ...
Dav Pilkey hevur skrivað og myndprýtt. Tórarinn Niclasen á Rípuni týddi úr enskum.
Bókin er innbundin, 238 bls. og til børn, sum eru uml. 6-9 ár.
Mamma Mu verður kedd
Mamma Mu og Krákus standa og hyggja út í tún, tá Lina kemur út við pannukakum. Krákus gerst ovurfegin, og eftir tað leggur Krákus bara í Linu. Tað er eins og Mamma Mu ikki er til. Krákus kallar Linu fyri "sín einasta vin." So verður Mamma Mu kedd.
Mamma Mu verður kedd er ein fjálg søga um vinalag og at gerast góð aftur.
Jujja Wieslander hevur skrivað, Sven Nordqvist hevur myndprýtt, og Niels Jákup Thomsen týddi úr svenskum.
Bókin er innbundin, 30 bls. og til børn, sum eru umleið 2-5 ár.
Hvar er høsnarungin?
Les og spæl krógva og blunda við djórunum í hesi fittu pinkubókini. Bókin hevur filtklaffar og spegl.
Bókin er ein pappbók, 10 bls. og til børn, sum eru uml. 0-1 ár.
Hvar er tyrannosaururin?
Les og spæl krógva og blunda við dinosaurunum í hesi fittu pinkubókini. Bókin hevur filtklaffar og spegl.
Bókin er ein pappbók, 10 bls. og til børn, sum eru uml. 0-1 ár.