Fimm føroyskir tónleikarar og bólkar til Iceland Airwaves

Ikki færri enn fimm føroyskir tónleikarar og tónleikabólkar fara at taka lut á Iceland Airwaves, sum verður í døgunum frá 2. til 5. november í Reykjavík

Sigurjón Einarsson
29. juni 2022 kl. 11:30

Fyri stuttum vóru nakrir føroyskir tónleikarar og tónleikabólkar á The Great Escape. The Great Escape-festivalurin er kendur fyri at vera ein showcasefestivalur, har aktørar kunnu finna nýggj talent, og áhoyrarar sleppa á hesum festivalinum at uppliva tónlistafólk, áðrenn tey spæla á teimum stóru pallunum kring um í heiminum.

Í dag kunnger FMX (Faroe Music Export, red.) í tíðindaskrivi, at Føroyar verða umboðaðar av fimm tónleikarum á almennu skránni fyri Iceland Airwaves í ár.

– Iceland Airwaves er eins og The Great Escape ein ógviliga væl umtóktur vinnu- og tónleikafestivalur, sum førir nógvar tónleikarar fram á pall – bæði úrvaldar evnaríkar og kendari tónleikarar, sum nærkast at mynda yvirskriftir í Evropa, skrivar FMX í tíðindaskrivinum.

Festivalurin er í Reykjavik og varir í tríggjar dagar, har høvuðsdentur hjá teimum, ið skipa fyri, er lagdur á at gera vart við nýggjan tónleik, bæði íslendskan og altjóða tónleik.

– Iceland Airwaves dregur hvørt ár stóra fjøld av  vanligum áhoyrarum, nógva tónleikavinnu og nógvar tónleikamiðlar úr stórum parti av heiminum. Festivalurin hevur fleiri ferðir havt stóran týdning í fyrsta stignum á yrkisleiðini hjá mongum stórum tónleikarum, skrivar FMX.  

Millum tónleikarar, sum hava spælt á Iceland Airwaves, eru stór nøvn sum Florence and the Machine, Fatboy Slim, Sigur Rós, Of Monsters And Men, Aurora, Haim, Highasakite, Robyn, Björk, Vampire Weekend og mong onnur.

Umframt konsertirnar, so verða ráðstevnur eisini hildnar um dagin, sum fevna um áhugaverd pallborðsfundir, tíðarbært kjak, høvuðsrøðarar og eina ørgrynni av netverksmøguleikum.

Føroysku tónleikararnir, sum eru váttaðir og alment lýstir til festivalin, eru:

Janus Rasmussen
Brimheim
Marius DC
Guðrið Hansdóttir
Kóboykex

Glenn Larsen er leiðari fyri FMX (Faroe Music Export)

– Slóðin, vit løgdu eftir okkum á The Great Escape (í Onglandi, red.), er bara ein av mongum, og vit gleða okkum stórliga at navnkenna allar hesar føroysku tónleikararnar á Iceland Airwaves. Føroyski tónleikapallurin er í góðum ráki, og fleiri forvitnislig tíðindi eru í væntu – eisini fyri festivalin í Reykjavík. Vit eru á einum góðum stað í løtuni og nógv áhugavert hendir, sigur hann.