Í gjár endaði fótbóltsárið á hesum sinni og í tí sambandi hevur nógv ferðsla verið, bæði í sambandi við seinastu dystirnar seinnapartin í gjár, og í sambandi við ársveitslurnar, sum fótbóltsfeløg kring landið hava hildið í gjárkvøldið.
Løgreglam sigur at í tí hava tey eisini gjørt nógvar ferðslukanningar og úrslitið av tí var, at heili fimm bilførarar mistu koyrikortið, umframt at sjey bilførarar fingu klipp í koyrikortið.
Seinnapartin í gjár var løgreglan á Fuglafjarðarvegnum og har fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman.
Men so vóru tað eisini tveir bilførarar, sum mistu koyrikortið tí teir koyrdu ávikavist 116 og 123 kilometrar um tíman.
Stuttt eftir var løgreglan á vegnum við Gøtugjógv og har vórðu fýra bilførarar tiknir. Tríggir fingu klipp í koyrikortið og eisini har koyrdi ein bilførari so skjótt at hann misti koyrikortið.
Í nátt vóru ferðslukannngar á Kaldbaksvegnum og har fekk ein bilførari bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra gott 100 kilometrar um tíman, men so var ein annar bilførari tikin fyri at koyra púra ørt, tí hann koyrdi 132 kilometrar um tíman.
Her var talan um ein bilførara, sum hevði havt koyrikortið styttri enn trý ár, so hann fekk beinleiðis koyriforboð og sostatt misti hann koyrikortið á staðnum.
Og í nátt varð eisini ein bilur steðgaður mitt í Havnini og tann bilførarin er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, so hann varð førdur til lækna har blóðroynd varð tikin av honum.