Fimm bilførarar fingu klipp í koyrikortið

Teir framdu ymisk lógarbrot sum eru av tí grovara slagnum í ferðslulógini

Áki Bertholdsen
4. juni 2024 kl. 08:45

Í gjár varð løgreglan á ferð í Eysturoynni og í Klaksvík fyri at kanna ferðsluna.

Á einum strekki í Gøtu, har tað er loyvt at koyra 80, fingu tríggir bilførarar bæði bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra alt ov skjótt, tí teir vórðu allir skrásettir fyri at koyra beint undir 110 kilometrar um tíman. Høvdu teir koyrt 111 kilometrar um tíman, høvdu teir mist koyrikortið. 

Í Klaksvík koyrdi ein bilur ímóti ferðslurætninginum á einum vegastrekki við einvegis ferðslu og tað kostar eisini eitt klipp í koyrikortið 

Og við tunlarnar Norður um fjall er ljósregulering, men tað vísir seg at vera ein trupulleiki, at bilførarar akta ikki ljósini. 

Og tað hendi aftur í gjár, tá ið ein bilførarar ikki steðgaði, hóast tað lýsti reytt og tað kostaði honum eitt klipp í koyrikortið.