Sum heild hevur hetta verið eitt friðarligt vikuskifti hjá løgregluni. Annars var ymiskt á skránni, sum ofta elvir til trupulleikar við tað, at Norðoyastevna var í Klaksvík, grind var í Hvannasundi, tónleikafestivalur var í Havn og bátahugni var í Hvalvík.
Men sum heild var tað rættiliga friðarligt.
Og hóast ferðslan er nógv minni enn vit eru von við tí einki bensin og diesel er at fáa undir verkfallinum, ger løgreglan kortini ferðslukanningar.
Í gjár fekk ein bilførari bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra fram um reytt ljós við tunlarnar Norður um Fjall.
Ein bilførari yvirhálaði í Vágatunlinum, og av tí sama fór hann eisini út um hindrunarstrikuna, og tað fær hann somuleiðis bót og klipp í koyrikortið fyri,
Og ein triði bilførari fekk eisini bót og klipp í koyrikortið tí hann hevði eitt barn, sum sat leyst í bilinum.
Og harafturat fingu tveir bilførarar bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra 76 kilometrar um tíman á einum strekki í bygdum øki á Skálafjørðinum, har tað bara er loyvt at koyra 50.
Og í grindini gekk alt eisini friðarliga fyri seg og løgreglan fekk ikki nakra fráboðan um, at umhvørvisfelagsskapir gjørdu um seg í grindini.
Løgreglan sigur, at kortini mátti tey leggja upp í nakrar ferðir tí fólk vóru komin til ilnar og tað eydnaðist teimum eisini at forða fyri, at tað endaði við slagsmáli, so tað spurdist einki mál burtur úr.
Í einum føri kom løgreglan fram á eitt fólk, sum var so drukkið, at tað kláraði seg ikki sjálvt og tí mátti tað koyrast til hús.
Men tey siga eisini, at sunnunáttina hjálpti veðrið nokk so væl til, tí tað illfýsið og fitt av vindi og regni og tað avmarkaði hugin hjá fólki at vera úti.
Í Suðuroy kannaði løgreglan nøkur skeinkistøð, men har var einki at finnast at og tey kannaðu eisini ferðsluna í Suðyroy, men allir bilførararnir vóru edrúir.
Eitt fólk varð tikið at kalla á búri í einum handli í Havn, tá ið roynt varð at stjala einar lítlar hátalarar úr einum handli og ein maður varð tikin á búri tá ið hann royndi at stjala ein bil.
Harafturat varð ein maður settur í brummuna í sunnunáttina tí hann var so ólátaður, at hann var til ampa fyri onnur. Hann slapp úr aftur í gjáramorgun, men tað var við eini bót upp á 1.500 krónur í lummanum.
Harumframt koyrdi løgreglan eisini ein mann til hús tí hann var so drukkin at hann kláraði seg ikki sjálvan.
Og ein bilur út av á Lambareiði. Bilførarin var einsamallur í bilinum og hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan heldur, at hann misti tamarhaldið á bilinum tá ið hann punkteraði.