Ein filmur um Jamie Vardy og hansara yrkisleið er í umbúna, ið skal lýsa hansara serligu ævintýraferð frá Non-League fótbólti til enska meistaraheitið við Leicester.
Hetta kappingarárið gjørdist Jamie Vardy eisini steypavinnari við Leicester.
Tað var í 2012, at Leicester keypti Jamie Vardy frá Fleetwood Town fyri eina millión pund. Síðani tá er tað blivið til eitt Premier League-heitið, ein FA Cup-steypasigur, toppskorari í Premier League, umframt at spæla í størstu liðkappingini, Champions League, og landsdystir fyri Ongland.
Tað er Adrian Butchart, sum skal leikstjórna filmin um 34-ára gamla Vardy saman við Oscar-vinnandi leikstjóranum Gareth-Ellis Unwin og Simon Egan. Butchart er kendur fyri at hava skrivað handritið til fótbóltsfilmarnar Goal! og Goal! 2: Living the Dream.
Butchart hevur longu havt samrøður við Leicester-stjørnuna, men nú royna enskir miðlar at gita, hvør skal spæla leiklutin sum Jamie Vardy. Her eru nøvn sum Zac Effron, Robert Pattinson og Louis Tomlinson blivin nevnd.
Jamie Vardy var ungdómsleikari í Sheffield Wednesday, men varð ikki mettur at vera góður nokk har. Hann fór at spæla við Stocksbridge Park Steele, har hann fekk 260 krónur um vikuna at spæla fyri teir, umframt at arbeiða á verksmiðju. Síðani gekk leiðin til FC Halifax Town og Fleetwood Town árið eftir, áðrenn Leicester City bankaðu á dyrnar í 2012 og vildu hava fatur á skjóta og arbeiðssama áleyparanum, sum tá hevði skorað 31 mál í 36 dystum fyri Fleetwood Town.
Hagtølini siga, at Jamie Vardy hevur skorað 138 mál í 308 dystum fyri Leicester.