Helst vóru tað nógvir føroyingar, sum brúktu óteljandi tímar frammanfyri telduskerminum, tá The Sims spølini vóru í hæddini. Fyrsta spælið, sum kom út í 2002, gjørdist tá mest seljandi telduspælið nakrantíð.
Nú ganga søgur í filmsheiminum um, at ein filmur um vælumtóktu spølini er ávegis. Tað er kendi filmsummælarin, Jeff Sneider, sum ber hesi tíðindini. Jeff Sneider avdúkar eisini, at tað verður Kate Herron, sum skal leikstjórna filmin, og at framleiðslufelagið hjá sjónleikarinnuni, Margot Robbie, verður ein partur av verkætlanini.
Kate Herron er kend handan leiktjøldini frá m.a. røðini Loki, og hon skal eisini leikstjórna summar av nýggju pørtunum av røðini The Last of Us.
Framleiðslufelagið hjá Margot Robbie var við til at gera filmin um Barbie, sum fyrr í ár var tilnevndur eina Oscars virðisløn fyri besta film. Tá spældi Margot Robbie sjálv høvuðsleiklutin sum Barbie, men sambært Jeff Sneider, verður Margot Robbie ikki at síggja á skíggjanum í The Sims filminum.
Tað er líkt til at The Sims filmsverkætlanin enn er í einari byrjunarfasu, og tí fæst ikki nógv annað at vita um hana enn.