Filmur um at missa hoyrnina í Filmsfelagnum

Sound of Metal er ein filmur um ein trummusláara, ið gerst deyvur. Filmurin hevur fingið sera góð ummæli, og er eitt meistaraverk, tá tað kemur til ljóðdesign og sjónbart frásøgukynstur

Tíðindaskriv
14. juni 2021 kl. 20:22

Mikudagin fer Trygvi á Reynatrøð at innleiða filmin ”Sound of Metal” í Filmsfelagnum. Í innganginum fer Trygvi, sum sjálvur er deyvur, at vísa til eina kanning um livikorð hjá deyvum í Føroyum.

Sýningin er í Havnar Bio, har tað í løtuni ikki ber til at keypa atgongumerki á netinum. Men sum fyrr í tíðini ber til at leggja av við telefon, uttan kostnað, ella at keypa við skivuna frá klokkan 14.

Tvífalt Oscarvirðislønti filmurin, ”Sound of Metal”, er um trummusláaran Ruben, sum spælir í einum heavy rock orkestri.

Ruben stríðst við at loysa frá rúsevnum og leggur nógv fyri, at gera sítt besta á pallinum og verða viðurkendur sum tónleikari. Men so hendir tað, sum aldri burdi hent fyri ein tónleikara: hann missir hoyrnina.

Nú eru góð ráð dýr. Fyrst roynir Ruben at lata sum einki, men tá tað snøgt sagt ikki ber til, noyðist hann at sanna, at ein tung ferð stendur fyri framman, sum er inn í ein ókendan heim, sum er uttan ljóð.

”Sound of Metal” er ein dramatiskur filmur um ótamdan kærleika til tónleikin, men fyrst og fremst er hann um innaru ferðina hjá unga manninum, sum missir samleikan, tá hoyrnin hvørvir.

Bretski rapparin, Riz Ahmed, sum er kendur úr filminum ”Rogue One: A Star Wars Story”, er í eirindaleysa høvuðsleiklutinum, og hevur Olivia Cooke úr ”Ready Player One” afturat sær.

Mikkel E.G. Nielsen, ið hevur klipt filmin, fekk Oscarvirðislønina fyri avrikið í ár. ”Sound of Metal” fekk eisini Oscarvirðislønina fyri besta ljóð, ið veruliga er innovativt, ljóðið.

Filmsfelagið, sum fyri stuttum vísti týska klassikaran “Blikktrumman”, hevur eisini víst amerikanska filmin ”Whiplash”, ið eisini hevði ein trummusláara í høvuðsleiklutinum.

SOUND OF METAL (Darius Marder USA 2020 136 min)

Havnar Bio mikukvøldið 16/6 klokkan 20.