Ein danskur filmur um svenska rithøvundan Astrid Lindgren er úttikin til altjóða filmfestivalin í Berlin.
Tað er danska Pernille Fischer Christensen (mynd), sum er leikstjórin handan nýggja filmin.
Filmurin hevur stóran týdning fyri meg persónliga, og í løtuni arbeiða vit alt samdøgrið fyri at fáa ein so vakran film sum gjørligt at vísa fram, sigur Pernille Fischer Christensen.
Mikudagin 23. februar verður filmurin "Unge Astrid" frumsýndur í Friderichstadt-Palast Cinema, sigur Nordisk Film í tíðindaskrivi.
Høvuðsleiklutin sum tann unga Astrid Lindgren hevur 24 ára gamla Alba August. Alba August er dóttir filmsleikstjóran Bille August.
Aðrir leikarar í filminum eru m.o. Trine Dyrholm, Magnus Krepper, Maria Bonnevie og Henrik Rafaelsen.
Kelda: Berlingske