Tað havi verið tveir sera langir dagar fyri kenda filmsframleiðaran, Harvey Weinstein.
Amerikanska blaðið, The New Yorker, almannakunngjørdi í síðstu viku samrøður gjørdar við 13 ymsar konur, ið allar høvdu verið fyri kynsligum harðskapi, ella ágangi frá filmsframleiðaranum, Harvey Weinstein.
Harvey Weinstein noktar seg sekan í nøkrum av ákærunum.
Fleiri kendar leikkonur hava ákært Harvey Weinstein. Millum annað Gwyneth Paltrow, Angeline Jolie og Rosanna Arquette.
Hetta hevur fingið sera nógv fók at tala at Weinstein. Fyrrverandi forsetahjúnini, Barack og Michelle Obama hava verið alment úti og fordømt atburðin hjá Weinstein. Tað sama hevur Hillary Clinton gjørt.
Weinstein var ein stórur stuðul hjá demokratunum, og hevur givið nógvan pening til valstríðini hjá bæði Obama og Clinton.
Weinstein er nú blivin koyrdur úr sínum egna felagi, The Weinstein Company, ið hann rak saman við beiggja sínum. Teir báðir brøðurnir høvdu í 70'unum stovna kenda filsframleiðslufelagið Miramax.
BBC fortelur eisini í dag, at kona Weinstein, Georgina Chapman, er farin frá honum.
Weinstein hevur verið í framleiðsluni í sera mongum, kendum filmum. M.a. "The King's Speech", "Django Unchained", "Lion", Pulp Fiction", og sera nógvum øðrum.