Filmsfelagið vísur ein Wes Anderson film

The French Dispatch er ein Wes Anderson filmur um blaðmannayrkið og klassiska blaðskriving

Tíðindaskriv frá Filmsfelagnum
17. mars 2022 kl. 09:30

Amerikanski stílskaparin og ikoniski filmsleikstjórin, Wes Anderson (f.1969) byggir í nýggjasta filminum eini fiktiv fronsk hús, sum í seinnu helvt av tjúgindu øld eru karmurin um eitt amerikanskt tíðarrit, “The French Dispatch”, ikki ólíkt The New Yorker, í fiktiva franska býnum Ennui.

Í filminum er Bill Murray blaðstjórin og stovnarin á “The French Dispatch”, Arthur Howitzer (1900-1975), sum byggir á Harald Ross og William Shawn á The New Yorker, ið Wes Anderson altíð hevur droymt um at gera filmiskar stuttsøgur um.

Her er úrslitið, sum er meira Wes Andersonskt enn nakrantíð.

Tilda Swinton er J.K.L.Berensen, sum byggir á Rosamond Bernier, ið ummælir list, Frances McDormand er Lucind Krementz, sum byggir á Mavis Gallant, ið skrivar stuttsøgur, og Owen Wilson er súklandi reportarin Herbsaint Sazerac, ið byggir á Joseph Mitchell og Luc Sante, og fotografur á gøtuni við Bill Cunningham sum fyrimynd.

Til hesa ektaðu og stílisktiskt hugtakandi kærleiksváttan til eitt blaðhús og tíðarleysan journalistikk, hevur Wes Anderson savnað perlurøðina av fremstu Hollywoodleikarum, hann kennir so væl, so sum Bill Murray, Tilda Swinton, Saoirse Ronan, Willem Dafoe, Owen Wilson og Frances McDormand. Millum nýggju nøvnini hann arbeiðir við eru Timothée Chalamet, Elisabeth Moss, Kate Winslet og Benicio Del Toro.

Ein perla av einum filmi, sum Filmsfelagið hevur fingið frá Disney+ til Føroya at vísa.

The French Dispatch (Wes Anderson, USA 2021 103 min) verður vístur í Filmsfelagnum, í Havnar Bio, mikukvøldið 23. mars klokkan 20.

Sýningin er almenn.