Filmsfelagið: Um at fara í hundarnar í Weimarrepublikkini

Virðislønti týski filmurin ”Fabian oder Der Gang vor die Hunde” byggir á moralfábulin hjá Erich Kästner frá 1931, sum lýsir tíðina beint undan at Hitler kemur til maktina

Tíðindaskriv frá Filmsfelagnum
4. februar 2022 kl. 16:37

Vit eru í Weimarrepublikkini. Hin vónbrotni Fabian, ið hevur verið hermaður, droymir um at gerast rithøvundur. Um dagin livir hann tó av at skriva vánaligar reklamutekstir fyri sigarettir, og í desperatum vónloysi kastar hann seg út í dekadenta náttarlívið í Berlin. 

Her møtir hann undurføgru Corneliu, sum fær hann at sleppa øllum bondum til veruleikan og ynskjum um eina normala tilveru. Men kann eydnan vara við í eini ótryggari tíð, har einstaka menniskjað eins og týska samfelagið, sum í eini faustiskari pakt, rekur móti tiltakandi desperatión?

Við ótamdari stílblanding, frenetiskari klipping og frítt flótandi tíðarlinjum gevur leikstjórin, Dominik Graf (f.1952) og klipparin Claudia Wolscht okkum eina hypermodernaða og avantgardistiska útgávu av klassisku søguni hjá Erich Kästner (1899-1974) úr týsku millumkrígstíðini, haðani vit eisini síggja originalupptøkur úr samtíðini.

- Ein stórfilmur um Weimarrepublikkina, skrivar Politiken.

Filmsfelagið, mikudagin 9/2 klokkan 20: Fabian: Going to the Dogs (Dominik Graf, Týskland 2021 176 min)