Filmsfelagið: Q + A við Ulrich Thomsen

Filmsfelagið vísur í kvøld filmin "Gutterbee" hjá Ulrich Thomsen. Ulrich, sum er Hannis Martinson í sjónvarpsrøðini Trom, hevur skrivað og leikstjórnað ”Gutterbee”, sum hann sjálvur fer at innleiða í Filmsfelagnum í kvøld. Aftaná sýningina verður Q+A, har Ulrich Thomsen svarar spurningum

Sigurjón Einarsson
31. mars 2021 kl. 09:00

  ”Gutterbee” er um Mike, sum í vónloysinum á bygd í Amerika er sannførdur um, hann aldri er sloppin at gera nakað, sum hann dugir og fult út hevur hug til.

Men eftir at hava møtt týska pylsumakaranum Edward, kennir Mike á sær, at nú er eydnan so mikið við honum, at amerikanski dreymurin er beint um hornið.

Teir ganga saman um eina matstovu við frankfurtarapylsum á matskránni.

Pylsumatstovan skal vera í bygdini Gutterbee, har hin sterkasti kúrekin heldur vil hava amerikanskan hotdog.

Sjeriffurin, Jimmy, heldur fast við, at Gutterbee er fyri hvítar amerikanarar, og staðurin skal ikki spillast av týskum frankfurtarum.

Hetta er annar filmur, sum hin vællýddi danski filmsleikarin Ulrich Thomsen, ið er vegani burturav, hevur skrivað og leikstjórnað. Hin fyrri var ”In Embryo”

Sýningin við "Gutterbee" (Ulrich Thomsen, Danmark 2020 107 min)  verður í kvøld klokkan 20:30 í Havnar Bio.