Mikukvøldið sýnir felagið týska filmin Das Lehrerzimmer, Lærarastovan, sum
verður sýndur aftur hóskvøldið, tí útselt er fyrra kvøldið.
Meginreglan er, at Filmsfelagið bara vísir filmar, sum annars ikki verð
vístir, og bara tað einu ferðina.
Men síðan summarfrítiðina hevur fleiri ferðir verið útselt til sýningar í
Filmsfelagnum. Tá so er, sýnir Havnar Bio filmin aftur seinni í vikuni.
Undan hesum týska filmi eru teir mest sæddu filmarnir síðan summarfrítíðina
Toves værelse, Golda og Når befrielsen kommer.
Í samstarvi við tvey veitingarstøð í miðbýnum í Havn, Paname á Vaglinum og
Sirkus í Vágsbotni, fáast tvey fyri eitt, ella double up, fyri brúkta
atgongumerki í Filmsfelagnum sama kvøld. Sýningar í Filmsfelagnum eru
almennar.
Sýningar eru hvørt mikukvøld, og seinasti filmur fyri jól er hin finski
Autumn Leaves, sum Aki Kaurismäki hevur gjørt. Hann verður sýndur 20.
desembur.
Filmsfelagið kunngerð sýningarnar á Facebook og á heimasíðuni bio.fo, har
atgongumerki kunnu keypast. Kunningartænastan hjá Tórshavnar kommunu, Tímin,
kunngerð eisini sýningarnar í Filmsfelagnum.