Fólk eru aftur farin at ganga í biograf. Tað prógvaði uppmøtingin til ”Pleasure”, sum Filmsfelagið sýndi í gjárkvøldið.
Hetta var seinasta sýning fyri jól.
Filmsfelagið hevur sýnt nýggjan listaliga áhugaverdan film hvørt mikukvøld.
Byrjað verður aftur fyrsta mikudagin í nýggja árinum, tá Filmsfelagið fer at vísa nýggjasta filmin hjá kilenska leikstjóranum Pablo Larraín, sum er kendur frá ”Jackie”, ”Neruda” og ”The Club”. Nú hevur hann gjørt filmin ”Spencer”, sum er um Dianu prinsessu, ið bar borgarliga eftirnavnið Spencer.
Í filminum skal Diana prinsessa (Kristen Stewart) aftur halda jól við teim kongaligu á góðsinum Sandringham.
Hon veit, at hjúnalagið við Charles prins rillar so mikið, at tað skjótt verður til einkis og tey fara hvør til sítt. Hon kennir seg kortini noydda at verða hin lýtaleysa konan, meðan hann oftari og oftari sæst saman við Camillu Parker-Bowles.
Fremst av øllum vil Diana verja synirnar, Harry og William, men kortini kennir hon seg fangaða í einum fremmandum leikluti, hon ikki vil vita av.
Úr miðlunum kenna flestu teir kongaligu bretsku jóladagarnar við stórum døgurðum, fasanjakt og innantómum veitslutosi. Diana dugir henda leiklutin væl. Men júst hesi jólini fer alt at laga seg annarleiðis.
Filmurin ”Spencer” er søgan um tað, ið vit kunnu gita okkum til, hendi teir lagnutungu dagarnar, sum ein sjáldsama hugtakandi Kristen Stewart leiðir okkum gjøgnum í leiklutinum sum Diana í seinastu døgunum í kenda kongaliga parlagnum.
Jonny Greenwood úr Radiohead hevur gjørt ljóðsporið í filminum.
Filmsfelagið ynskir øllum filmshugaðum, sum trúliga møta upp mikukvøld, at síggja nýggjan listarliga áhugaverdan film, ein gleðilig jól.