Filip prinsur er deyður

Prinsgemalurin í Stórabretlandi gjørdist 99 ára gamal

Steinar Patursson
9. apríl 2021 kl. 12:17

Filip prinsur, prinsgemalurin í Stórabretlandi, er deyður, 99 ára gamal.

Tað boðar Buckingham Palace frá í dag.

Filip prinsur, ið upprunaliga hoyrdi til grikska kongshúsið, men familja hansara fór í eksil úr Grikkaland, meðan Filip prinsur var heilt lítil.

Filip prinsur giftist Elisabeth prinsessu í 1947, fimm ár, aðrenn hon gjørdist drotning. Filip prinsurin er tann prinsgemalurin, ið hevur verið prinsgemalur longst í bretskari søgu.