Filip fer ongan veg

Lyklaspælari heldur fram á Argjum, hóast hann avgjørt eigur dygdir at spæla í bestu deildini

Jóannes Hansen
7. januar 2024 kl. 18:30

Nú er tað greitt, at Filip í Liða verður partur av liðnum hjá AB. Setningurin hjá argjamonnum er at vinna plássið í bestu deildini aftur, sum teir mistu í heyst.

Filip í Liða var skaddur stóran part av síðsta kappingarári. Tá ið hann síðsta summar aftur var tøkur eftir at hava verið skaddur í meiri enn trý ár, avrikaði hann sera væl. Hann avrikaði so mikið væl, at møguleikin er hugsandi, at AB framvegis hevði verið partur av bestu deildini, um Filip ikki var so illa skaddur, sum hann var.

At hann eftir summarsteðgin stóð seg so væl, bar við sær, at onnur feløg hava verið áhugað at knýta Filip í Liða at sær.

Men Filip heldur seg til barndómsfelagið. AB sigur, at í gjár varð avtala undirskrivað, sum sigur, at hann fer at spæla við AB í 2024 so leingi, sum hann er í landinum. AB sigur, at seinni í ár flytur Filip av landinum í lestrarørindum, men hann er í øllum førum við alla fyrru hálvu.

Skjóti, arbeiðssami og ídni vongurin spældi í fjør 15 dystir fyri besta liðið og skoraði fimm mál. Frá 15. – 27. umfar byrjaði hann inni hvønn einasta dyst og var millum álitini á liðnum.

Vit fegnast stórliga um, at Filip er sinnaður at hjálpa AB við setninginum at vinna sætið í bestu deildini aftur, sigur AB í dag.