Fiji innførir kravda koppseting og hóttir við bót og uppsøgn

Starvsfólk hjá tí almenna í Fiji missa sítt arbeiði, um tey ikki lata seg koppseta, meðan fólk á privata marknaðinum fáa bøtur

Sigurjón Einarsson
10. juli 2021 kl. 09:00

Oyggjaríkið Fiji fer í næstum at innføra kravda koppseting fyri fólk á arbeiðsmarknaðinum í stríðnum móti koronufarsóttini.

Tað boðar forsætisráðharrin í Fiji, Frank Bainimarama, frá.

– Onga koppseting, einki arbeiði. Tað er, hvat vísindi sigur okkum er tað mest trygga, og tað er nú politikkurin hjá stjórnini og verður handhevja við lóg, sigur hann, sambært Ritzau.

Tað merkir millum annað, at øll starvsfólk í almenna geiranum skulu tvingast í orlov, um tey ikki hava fingið fyrra prikið innan tann 15. august, men hava tey ikki fingið seinna prikið innan 1. november, so missa tey sítt arbeiði.  

Fráboðanin kemur í kjalarvørrinum av, at Fiji roynir at berja enn eina smittubylgju niður. Tað er talan um Delta-frábrigdið, ið smittar sera illa.

Fólk, sum arbeiða á tí privata arbeiðsmarknaðinum kunnu fáa stórar bøtur, um tey ikki hava fingið fyrra prikið innan tann 1. august, og sum tað ikki er nokk, so eru virkir í vanda fyri at vera noydd til lata aftur, um tey ikki taka nýggju lógina í álvara.

Hesi ógvisligu átøkini koma, tí stjórnin í langa tíð hevur havt eina ørkymlandi kenslu, at fólk eru líkaglað yvir tilmælir og rætningslinjur, sum stjórnin hevur sett út í kortið.