Fíggjarmálaráðið: Verkfallið hjá sjúkrrøktarfrøðingunum er ólógligt

Málið er lagt fyri rættin sum eitt skundmál

Áki Bertholdsen
2. november 2023 kl. 13:40

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur í skrivi í dag klokkan 12, boðað frá, at allir sjúkrarøktarfrøðingar sum starvast á sáttmálaøkinum hjá Fíggjarmálaráðnum, fara í verkfall beinanvegin - uttan nakra fráboðanarfreist.

Fíggjarmálaráðið hevur boðað Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá, at tá sjúkrarøktarfrøðingar fara í verkfall, uttan at halda fráboðanarfreistina, so er hetta tað eitt ólógligt verkfall tí partarnir hava eina avtalu um, at verkfall skal fráboðast minst 48 tímar frammanundan.

Fíggjarmálaráðið sigur, at tí er málið lagt fyri gerðarrættin so at tað kann verða viðgjørt sum eitt skundmál.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir siga, at tá ið Løgtingið leggur upp í við ongari freist, føla teg heldur ikki bundin at avtaluni um at tey skulu halda avtaluna um fráboðanarfreist.