Fíggjarlógin fyri næsta ár: 100 milliónir til Suðuroyartunnil

Hesi næstu trý árini verða 300 milliónir settar av til Suðuroyartunnilin

Áki Bertholdsen
30. september 2024 kl. 10:14

Nú ætlar samgongan av álvara at fáa ferð á Suðuroyartunnilin. Tað sæst nú samgongan hevur lagt fíggjarlógina fyri næsta ár, fyri Løgtingið. Í Uppskotinum eru 100 milliónir settar av til tunnilin, og sama upphædd skal setast av í 2026 og í 2027, og sostatt verða 300 milliónir settar av hesi næstu trý árini.

Forkanningarnar eru so gott sum lidnar. Næsta stigið er at leggja fram eitt uppskot til løgtingslóg um at projektera og fyrireika undirsjóvartunnil millum Suðuroy og Sandoy við hartil hoyrandi vegagerð, sum gevur P/F Suðuroyartunnil heimild til at senda verkætlanina í útboð.

Tá ið tilboðini eru komin inn, ber til at gera eina neyvari kostnaðarmeting av verkætlanini. Er politisk undirtøka framvegis fyri at byggja undirsjóvartunnilin, tá ið tilboðini eru komin inn, er ætlanin at leggja fram uppskot til løgtingslóg, sum gevur P/F Suðuroyartunnil heimild til at byggja og reka tunnilin, sigur samgongan.