Fígging til Kjarnuna endaliga samtykt
Løgtingið samtykti í gjár fígging til at nútímansgera toll- og skattaskipan landsins. 150 mió. kr. býttar yvir komandi seks fíggjarárini skulu setast av til verkætlanina.
Rúni Korsgaard
22. mai 2024 kl. 11:15
Verkætlanin, sum fevnir um at leggja um og at gera innanhýsis skattaskipanina hjá TAKS tíðarhóskandi, er dýrasta KT-verkætlan, sum hevur verið í Føroyum.
Upprunaliga KT-skipanin, sum TAKS í stóran mun enn brúkar tann dagin í dag, stavar frá 1984, tá hon var ment í samstarvi við Elektron.
Tað var Ruth Vang, landstýriskvinna í Fíggjarmálum, sum setti uppskotið fyri ting. Uppskotið varð samtykt í 3. viðgerð í gjár 21 mai við 17 atkvøðum fyri og 14 ímóti.
Nærri um nútímansgerðina av toll- og skattaskipanini hjá TAKS verður at lesa í komandi Dimmalætting.