FIFA við leiðreglum viðvíkjandi liðskiparabandinum

FIFA hevur skrivað á heimasíðu sína, at í HM-endaspælinum í Katar skulu allir liðskiparar fylgja nøkrum ávísum leiðreglum, um hvørjum felagsskapi liðskiparabandið stuðlar

Høgni Jógvansson
19. november 2022 kl. 18:18

Í morgin byrjar stóra og nógv umrødda HM-kappingin í mansfótbólti í Katar, og seinastu dagarnar eru fleiri reglur um atburð í katarska landinum almannakunngjørdar, eitt nú verður alkohol ikki selt í økjunum kring leikvøllirnar. Tað eru tó ikki einans myndugleikarnir í Katar, ið seta fjepparum og landsliðunum forboð.  

 

Í dag hevði forsetin í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA, Gianni Infantino, eina røðu, har ið hann vísti øllum atfinningum um at halda HM í Katar aftur. Eisini greiddi hann frá nýggjum leiðreglum viðvíkjandi liðskiparabandinum, ið er tað bandið, sum liðskiparar bera um armin. Í røðunum gjørdi Gianni Infatino tað, hann var mentur at senda ein boðskap um, at LGBT+ rættindini, arbeiðsumstøður og annað, ið knýtir seg aftur at HM í Katar eru viðurskifti, ið arbeitt framhaldandi verður við. 

 

Fleiri lond hava  greitt frá sínum ætlanum at bera  liðskiparaband við ælabogalitum og  tekstinum “One Love” . Á tann hátt ynskja tey  at vísa á, at tey stuðla  altjóða mannarættindafelagsskapum og -virðum. Liðskiparin hjá Danmark, Simon Kjær, ætlar enn at hava bandið við “One Love” -boðskapinum, sigur Christian Eriksen sambært DR. 

 

Keldur vilja vera við, at England, Holland og Týskland ætla at gera tað sama. Fótbóltsstjórin hjá DBU, Peter Møller, sigur soleiðis við DR: 

 

-Ongland og Holland spæla dyst mánadagin, og vit spæla dyst týsdagin. Tað kann gera okkum klókari upp á avleiðingarnar, tí enn vita vit ikki, hvørjar avleiðingar tað kann fáa. 

 

Liðskiparin hjá franska landsliðinum, Hugo Lloris, hevur fyrr í vikuni úttalað seg um støðuna í Katar. Hann segði, at hann vildi vísa virðing fyri Katar og teirra leiðreglum. 

 

Millum annað skal tað standa “Football Unites The Word” á liðskiparabandinum, tá ið teir fyrstu dystirnir verða spældir, og sum kappingin líður, skal boðskapurin millum annað snúgva seg um mannarættindi, veðurlagskreppuna, útbúgving o.s.fr.