FIFA váttar, at blátt kort kann vera ávegis
Fær ein leikari blátt kort, verður hann útvístur í 10 minuttir
Fríðmundur Nattestad
9. februar 2024 kl. 13:35
Fleiri altjóða miðlar skrivaðu í gjár um, at eitt blátt kort í fótbólti nú var ávegis. Fær ein leikari blátt kort, verður hann útvístur í 10 minuttir.
Summir miðlar vildu vera við, nýggja bláa kortið skuldi roynast í ensku steypakappingini, FA Cup, longu næsta kappingarár.
Á sosiala miðlinum, X, váttar FIFA nú, at bláa kortið kann vera ávegis, men at um so verður, so skal tað í fyrstu atløgu skal royndarkoyrast í lægri deildum.