Fifa noktar dønum at venja í venjingarblusum við boðaskapi um mannrættindi

Ætlanin var, at danska landsliðið við monnum skuldu venja í blusum, har orðini ”mannarættindi fyri øll" skuldu verða á, men hesum noktar Fifa

Stuðlarnir á venjingarblusunum hjá danska landsliðnum vera ikki at sígga á teirra venjingarblusum til HM í Katar. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
10. november 2022 kl. 15:30

Eftir ætlan skuldu orðini ”mannarættindi fyri øll” standa á venjingarblusunum hjá danska landsliðnum, sum teir skulu brúka til HM í Katar, ið fer av bakkastokki tann 20. novembur. Men altjóða fótbóltssambandi Fifa, metur, at hetta er at fara yvirum mark.

Danska fótbóltsambandi DBU, sendi eina umsókn til Fifa, har teir ynsktu at fáa loyvi at hava orðini ”mannarættindi fyri øll” á teirra venjingarblusum, men Fifa hevur í dag noktað at gingið ynskinum hjá dønum á møti.

Hesum hevur stjórin í danska fótbóltssambandinum Jakob Jensen, kunnað tíðindastovuna Ritzau um.

- Vit hava sent eina umsókn til Fifa, men svarið er noktandi, og tað eru vit harmir, men vit mugu taka tað til eftirtektar, sigur Jakob Jensen.

Sambært Fifa er talan um ein politiskan boðskap og harvið er tað í stríð við teirra regluverk. Sambært regluverkinum hjá Fifa er ein og hvør politiskur boðskapur á blusum ella aðrari útgerð bannaður.

Fyri einum árið síðan boðaði DBU frá, at høvuðsstuðlarnir á blusunum hjá danska landsliðnum, ynsktu at taka teirra nøvn av blusunum. Stuðlarnir vildu heldur, at boðskapir, ið varpa ljós á mannarættindastøðuna í Katar, skuldu verða á blusunum.

Til komandi HM í Katar, sum byrjar í næstum, fara donsku leikararnir hvørki at hava nøvnini á stuðlum ella nakran boðskap á teirra venjingarblusum.