Fifa forsetin, Gianni Infantino, sigur seg ørkymlast, nú nógvar atfinningar hava verið móti honum, eftir at hann tók eina selfie framman fyri kistuni hjá fótbóltslegendanum Pelé.
Nógv fólk var komið á vitjan, tá Pelé lá undir børu á leikvøllinum hjá brasilska felagnum Santos, og millum teirra var eisini Fifa forsetin Gianni Infantino.
Tað kom skjótt undan kavi, at Infantino hevði tikið eina selfie saman við trimum øðrum monnum framman fyri kistuni hjá Pelé, og Infantino hevur sjálvur lagt myndina út á instagram.
Hetta hóvaði ikki øllum, og Infantino hevur verið fyri sterkum atfinningum fyri myndina.
Infantino vil hinvegin vera við, at hann er ørkymlaður um atfinningarnar, og hann heldur, at tey, ið hava verið atfinningarsom, skulu viðganga, at tey hava tikið feil.
Á instagram vil Infantino vera við, at hann varð spurdur av familju og gomlum liðfeløgum hjá Pelé um at taka myndir av teimum, harumframt eisini eina selfie við teimum øllum á.
Infantino vil vera við, at hinir dugdu ikki at taka eina selfie, og tí tók hann telefonina frá einum teirra og knipsaði eina selfie.
-Eg havi so nógva virðing og hámeting av Pelé og fyri hátíðarhaldinum í gjár, at eg kundi ikki funnið upp á at gjørt nakað óvirðiligt yvirhøvur, sigur Infantino, sum eisini vísir á, at selfie myndin er misskild.
-Eg vóni, at tey, ið skrivaðu ella søgdu ting, uttan at vita ella seta seg inn í tingini, hava tann sóma at viðganga, at tey fóru skeiv, og at tey rætta tað, ið tey søgdu, skrivar Gianni Infantino.