Nógv útskeldaða HM-endaspælið í Katar byrjar um tríggjar mánaðir, men enn verða broytingar gjørdar við skránna. Fleiri miðlar skriva, millum annað The Times, at FIFA longu hevur tikið avgerðina at byrja kappingina ein dag áðrenn enn ætlað. Orsøkin er, at Katar hevur eitt ynski at spæla fyrsta dystin, eins og tað hevur verið siðvenja til HM-endaspøl, tá vertstjóðin spælir fyrsta dystin, men hevur annars ikki verið ætlanin, at tað skuldi vera soleiðis til hetta endaspælið – fram til nú.
Ætlanin var, at fyrsti dysturin skuldi vera millum Senegal og Niðurlond tann 21. november klokkan 10 føroyska tíð. Men ístaðin skal fyrsti dysturin, sum verður millum Katar og Ekvador, nú byrja dagin fyri klokkan 16 føroyska tíð.
Tað fer millum annað at hava við sær, at tað fara at ganga seks dagar – frá at tær stóru fótbóltsdeildirnar fara í “HM-frí” og til HM-endaspælið byrjar.
Sambært The Times, so er orsøkin, at Katar og Ekvador skulu spæla fyrsta dystin tann, at hesi bæði londini ikki hava leikarar í stóru fótbóltsdeildunum, og tí kann dysturin framskundast, so Katar fær høvið at gera eitt stórt hátíðarhald í samband við fyrsta dystin.
Áskoðarar frá Ekvador, ið longu hava bílagt flogferð til Katar, fara at fáa eina samsýning, um tað ikki er gjørligt hjá teimum at koma til byrjanardystin.
Men ikki nokk við tað, so er tað enn ikki heilt víst, at Ekvador sleppur til HM-endaspælið. Kili hevur sent eina klagu til FIFA, tí Kili heldur, at Ekvador hevur nýtt ein óskrásettan leikara í undankappingini til HM-endaspælið. Í fyrstu syftu vísti FIFA klaguna frá sær, men Kili hevur síðan kært málið víðari til kærunevndina hjá FIFA.
Christian Andreasen situr í hesi kærunevndini hjá FIFA, men hann sigur í stuttari viðmerking til Dimmalætting, at kærunevndin hevur fingið kæruna tann 28. juli, men at málið er í viðgerð enn og er ikki liðugt viðgjørt.